Tað var 0-1, tá eitt korter var eftir, og 0-2 tá farið var inn í yvirtíðina. Tað endaði tó við 0-5 ósigri. Soleiðis var lagnan hjá ungu føroysku monnunum ímóti Noreg á Nørre Aaby leikvøllinum farna sunnudag.
Les eisini: Skrædnaði seinastu løtuna ímóti Noreg
Eftir keðiliga endan uppá dystin fáa føroyingarnir á Fjóni ein nýggjan møguleika í kvøld. Her verður hitin ikki so nógvir, og á pappírinum er møguleikin fyri einum góðum úrsliti til staðar:
- Vit hava møtt Norðurírlandi fyrr á U17-støði, og tá hevur mangan verið talan um javnar dystir
Hetta segði landsliðsvenjarin, Áki Johansen, við heimasíðuna hjá FSF mánadagin.
Dysturin verður leiktur í Langeskov klokkan 17.00 føroyska tið. Til ber at fylgja gongdini hjá dystir.fo
Fótbóltur
U17: Føroyar skulu reisa seg
Norðurírland er onnur uppgávan í NM á Fjóni.
Venjing hjá U17 í gjár - Mynd: Under17 Boys Open Nordic Tournament 2019
2019-08-07 13:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald