Fótbóltur

U17: Skrædnaði seinastu løtuna ímóti Noregi

Tað var 0-0 í steðginum, tað bleiv 0-2, tá eitt korter var eftir, men tað endaði 0-5 í fyrstu NM-uppgávuni á Fjóni.

Norðmenn skoraðu fýra mál seinasta stóra korterið - trý av teimum komu í yvirtíðini (Mynd: Under17 Boys Nordic Tournament 2019)

Norðmenn skoraðu fýra mál seinasta stóra korterið - trý av teimum komu í yvirtíðini (Mynd: Under17 Boys Nordic Tournament 2019)

2019-08-05 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U17-landsliðið við driengjum, tekur í hesum døgum lut í árligu NM-kappingini, sum í ár er á Fjóni í Danmark, tapti heili 5-0 fyri Noregi í fyrsta dystinum.

[object Object]
(Føroyska byrjanaruppstillingin)

Norðmenn vóru eisini omaná í dystinum; hetta vísa hagtøl hjá dystir.fo: 21 skotroyndir mótvegis 4. 13-2 í hornaspørkum. Føroyska liðið helt tó málið reint í 1. hálvleiki, og fsf.fo skrivar, at fyrstu trý korterini var munurin ikki so stórur. Føroyska liðið spældi seg til nakrar støður, men tað at tað veruliga skuldi satsast seinastu løtuna, kostaði: 

- Seinastu løtuna løgdu vit nógv fyri, fyri at koma inn aftur í dystin. Men royndin miseydnaðist, og í staðin skoraðu norðmenn trý mál í teimum fimm minuttunum, sum dómarin legði aftur at vanligu leiktíðini. So tapið gjørdist óneyðuga stórt.

[object Object]

Hetta sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF. Leiðslumálið kom beint eftir steðgin, men tá bendi einki á, at talan fór at verða um stórtap hjá ungu førysku monnunum: 

- Vit mistu tamarhaldið seinastu minuttirnar, og tað eru vit sjálvandi øgiliga keddir um. Tí so stórur var munurin ikki. Men vit mugu bara reisa okkum og hyggja fram ímóti næsta dysti, sum verður mikudagin móti Norðurírlandi. Vit hava møtt teimum fyrr, og tá hevur mangan verið talan um javnar dystir

U17 - NM
Nørre Aaby leikvøllurin, 05.08
Noreg - Føroyar 5-0 (0-0)

Føroyska liðið: 12. Fayo Kruse, 2. Bergur Poulsen (L), 3. Martin Agnarsson, 4. Elias Rausborg, 5. Samuel J. Chukwudi, 6. Heini Sørensen, 8. Emil Weihe Joensen, 11. Olaf Bárason, 14. Áki Samuelsen, 16. Mattias Weihe Joensen og 9. Jørgin Nielsen.

Í seinna hálvleiki komu hesir á vøllin: Poul Kallsberg, Suni Hansen, Jonathan Lassensen, Brian Slyne, Pætur Sørensen og Dávid Matras.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder