Í hesum døgum verður nýtt graslíkið lagt á Tórsvøll, og um alt gongur eftir ætlan, kann nýggja undirlagið takast í brúk um eini tvær til tríggjar vikur.
Nú eru skjótt tíggju ár síðani, at grasið á Tórsvølli bleiv skift út við graslíki, og nú var tíðin komin at leggja nýtt undirlag á vøllin. Umframt at skifta sjálvt graslíkið, er stoytdoyvingar-undirlagið, ið liggur undir sjálvum graslíkinum, eisini skift.
Nýggi vøllurin á Tórsvølli verður av álvara tikin í brúk á ólavsøku, tá HB spælir heimadyst í UEFA Conference League, skrivar Fótbóltssambandið.
Á Niðara vølli er komið so mikið ávegis, at gamla graslíkið og stoytdoyvingar-undirlagið er komið av, og síðan skal økið hampast og ruddast, nú tað hevur verið partur av byggiplássinum í samband við útbyggingina av Tórsvølli.
Eftir ætlan verður arbeiðið at skifta graslíkið á Niðara vølli liðugt um mánaðarskiftið juli-august.
Fleiri myndir síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald