- Tá gamla ljósskipanin á Tórsvølli varð tikin í nýtslu í 2011, var hetta eitt frambrot fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Men nú vóru ljósini so mikið slitin, at styrkin í lampunum livdi ikki longur upp til tey krøv, ið verða sett, tá landsdystir skulu spælast.
Soleiðis greiðir Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivarin hjá Fótbóltssambandi Føroya, frá í samband við avgerðina um at seta nýggja ljósskipan upp. Talan var eisini um eina munandi ljósdálking frá gomlu ljósunum, sum var til ampa fyri grannarnar, men soleiðis verður ikki við teimum, ið nú eru sett upp á Tórsvølli.
- Í nýggju ljósunum er framkomin LED tøkni, sum tryggjar, at ljósini einans lýsa á sjálvan vøllin. Vit eru tískil sera væl nøgd við nýggju skipanina, sum nú eru klár at taka í nýtslu.
Hetta sigur Kristin Dam Ziska við fsf.fo í dag. Tað er Musco Lighting, ið er veitari av nýggju ljósunum. Samlaður kostnaður av verkætlanini liggur um 11 milliónir krónur.
Heimasíðan hjá FSF skrivar samstundis, at arbeiðið at skifta ljósini á Tórsvølli er liðugt, og at tey eru til reiðar at taka í nýtslu. Nýggja ljósskipanin verður tikin alment í nýtslu leygardagin 17. juni, tá manslandsliðið tekur ímóti Kekkia í EM-undankappingardysti á Tórsvølli.
Gomlu ljósini í desember 2021 (Mynd: Sverri Egholm)
Her verður eitt av stóru ljósunum frá 2011 tikið niður (Mynd: Ólavur Frederiksen)
Eitt av teimum nýggju (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald