Umbyggingin av Tórsvølli varð fyri stuttum liðug, og pláss er nú fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring vøllin. Og tað verður væntandi fullsett til HM-undankappingardystirnar hjá monnum, sum eru á skránni fyrstu vikuna í september.
Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari. Atgongumerkjasølan til dystirnar heldur fram, eftir at koronatilmælini herfyri vórðu broytt, og Fótbóltssambandið setti á middegi umleið 1.300 atgongumerki til sølu afturat.
Talan er um atgongumerki til tríggjar dystir, har tann móti Danmark á ymsan hátt er mest áhugaverdur, men har møguleikin fyri at fáa stig á pappírinum er greitt betri í hinum báðum dystunum - serliga í tí síðsta
1. september Føroyar – Ísrael
4. september Føroyar – Danmark
7. september Føroyar – Moldova
Til ber at keypa atgongumerki til dystirnar í Nethandlinum hjá FSF. Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald