Eftir dystin hjá kvinnunum móti Spania hóskvøldið var greitt, at fleiri spælarar fóru úr hópinum áðrenn fráferð til Glasgow, har A-landsliðið týskvøldið skal spæla móti Skotlandi á Hampden Park.
Talan er eitt nú um Jacobu Langgaard, Káru Djurhuus, Saru Samson Lamhauge, sum vegna skaðar ikki eru við í hópinum móti Skotlandi.
Hetta er fyrstu ferð, at Tórunn Højgaard Joensen er úttikin til A-landsliðið. Hon legðist afturat hópinum í gjár, og hon var sostatt við, tá landsliðið hevði fyrstu venjingina á vøllinum síðan komu til Skotlands.
Føroyar og Skotland spæla sum nevnt á Hampden Park týskvøldið, dysturin byrjar klokkan 19.35.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald