Oyggjaleikir 2019

Tórur í finaluni - Elisabet og Margit úti

Tórur Mortensen skal renna í finaluni í 100 metrum seinnapartin. Elisabet Holm Simonsen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir megnaðu ikki at renna seg víðari.

Tórur Mortensen í kapping fyrr í vikuni (Mynd: Sverri Egholm)

Tórur Mortensen í kapping fyrr í vikuni (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 11:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórur Mortensen rann seg í morgun í finaluna í 100 metrum. Hann kom á mál sum nummar fýra við tíðini 11.21, og tað var nokk til at hann sleppur at luttaka í finaluni, sum verður seinni í dag.

Elisabet Holm Simonsen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir runnu eisini í hálvfinalu í morgun, men tað eydnaðist ikki teimum at koma víðari. Elisabet Holm Simonsen kom á mál sum nummar átta í hennara umfari við tíðini 27.12, meðan Margit Weihe Fríðmundsdóttir var næstsíðst á mál í sínum umfari við tíðini 26.27.

Seinnapartin luttaka Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Bára J. Glerfoss í finalu í trýstøkk. Stutt eftir verður finalan í 100m, har Tórur Mortensen sum nevnt verður við.

[object Object]Elisabet Holm Simonsen og Margit Weihe Fríðmundsdóttir (Mynd: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder