Annað

Tórur Mortensen danmarksmeistari í trístøkk

Góð føroysk úrslit í frælsum ítróttum í Aalborg.

Tórur Mortensen, í miðjuni, við DM-gulli um hálsin

Tórur Mortensen, í miðjuni, við DM-gulli um hálsin

2023-06-27 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski frælsítróttamaðurin Tórur Mortensen gjørdist um vikuskiftið danskur meistari í krevjandi lopgreinini trístøkk.

Danmarksmeisarakappingar vóru hildnar í Aalborg, og føroyingurin, sum gerandis venur við Aarhus 1900, gjørdist danskur meistari við einum lopi á 14,61 metrar.

Hetta er nakað frá besta úrslitinum hjá Tóri í greinini, sum er 15,45 metrar. Í ár hevur hann lopið 14,81 metrar.

Tórur hevur stríðst við skaða, og er hann nú við at arbeiða seg upp aftur.

Ikki færri enn níggju føroyingar vóru við til DM-kappingarnar í frælsum ítróttum. Rennarin Maria Biskopstø úr Treysti luttók í 400 metra renning og eisni rimarenning á sama teini.

Hon vann silvurheiðursmerki í rimarenning við tíðini 1 minutt og 03,78 sekund, sum er nakað frá hennara persónliga besta. Á 400 metrum rann hon í tíðini 59,53 sekund, sum eisini er nakað frá hennara besta.

Oddvør Josephsen, sum eisini er úr Treysti, men nú venur við Aalborg AM, gjørdi eisini um seg í 400 og 200 metra renning. Á 400 metrum setti hon persónligt met við tíðini 59,22 sekund.

Á 200 metrum rann hon teinin upp á 25,77 sekund, sum nú kemur at standa sum nýtt met hjá kvinnum á teininum. Harvið gjørdist hon eisini fyrsta føroyska kvinnan at renna teinin undir 26 sekund.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Bragdið, gjørdi tað eisini gott í Aalborg., bæði á 400 metruum og 200 metrum, har hon setti flott persónligt met í báðum greinunum við ávikavist 58,41 og 26,04 sekundum. Tíðin á 200 metrum var betri enn metið, sum var galdandi áðrenn Oddvør Josephsen setti nýtt met. Tær báðar runnu í sama riðli.

Hinir føroysku íðkararnir, sum eisini kappaðust í Aalborg um vikuskiftið vóru hesi:

– Dánjal Dahl Ljósheim, Sparta, 400 metrar: 49,20 sekund. Persónligt met

– Sunniva Bogadóttir, Hvirlan, spjótkast: 35,54 metrar. Árs besta

– Tinna Berg Jørgensen, KIF, 100 metrar: 13,07 sekund

– Rebekka Fuglø Poulsen, Treysti, 800 metrar: 2.12,46 minuttir. Árs besta

– Leon Johannesen, Bragdið, 400 metrar: 52,05 sekund. 200 metrar: 22,97 sekund.

– Tummas Sjóvará, Bragdið, 400 metrar: 51,77sekkund. 200 metrar: 23,29sekund. Persónligt met

- Eiri Jógvansson Glerfoss, Bragdið, longdarlop: 7,05 metrar. Persónligt met. Bólkamet D18.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder