Oyggjaleikir 2019

Tórur Mortensen setti føroyskt met í finaluni

Rakk ikki til heiðursmerki hjá havnarmanninum. Hetta er tó fyrstu ferð í 20 ár at Føroyar hava ein luttakara í 100 metrum finaluni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-11 17:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað rakk ikki til nakað heiðursmerki hjá Tórur Mortensen, sum seinnapartin rann finalu í 100 metrum. Hann kann tó fegnast um, at hann tók metið sum var 11.27.

Føroyski frælsi ítrótturin kann eisini fegnast. Hetta er fyrstu ferð í 20 ár at ein føroyingur er í finaluni í 100 metrum á oyggjaleikum.

Seinast nakar var, var á oyggjaleikunum í Gotlandi í 1999, tá Ási Mikkelsen luttók í finaluni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder