2019-07-07 12:43
Føroyar hava í dag vunnið annað gullmerkið á oyggjaleikunum. Tað eru teir báðir Tórur Fløtt og Marius F. Joensen, sum vunnu gull í liðkappingini í Olympic Skeet.
Tórur rakti 87 dúgvur og Marius 86, tilsamans 173, og tað var 12 fleiri enn Áland á øðrum plássi og 14 betri enn Gotland á triðja plássi.
Portalurin ynskir teimum báðum til lukku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald