Fótbóltur

Tottenham er nú oddalið

Málið hjá Harry Kane seint í dystinum móti West Bromwich syrgdi fyri hesum. Tað er tó ógvuliga tætt í oddinum, og Leicester og Liverpool, sum spælir móti City, kunnu fara framvið í dag.

Harry Kane skoraði einsamalla málið í dystinum. Hetta var sjeynda málið í átta Premier League-dystum hjá nummar 10 hjá Tottenham (Mynd: EPA)

Harry Kane skoraði einsamalla málið í dystinum. Hetta var sjeynda málið í átta Premier League-dystum hjá nummar 10 hjá Tottenham (Mynd: EPA)

2020-11-08 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jose Mourinho og Tottenham blanda seg í oddinum. Premierl League-dagurin byrjaði í West Midlands, har útliðið fekk einasta málið.

Gestirnir úr London vóru favorittar, men tað var málleyst í 87 minuttir. So sendi Matt Doherty ein vandamiklan bólt inn í West Bromwich-brotsteigin, og har var Harry Kane til reiðar og stýrdi bóltinum í netmeskarnar við høvdinum.

Tottenham helt fast, og tað merkir, at liðið í løtuni er nummar eitt í Premier League. Tað er tó sera tætt, og um Leicester heldur fast í leiðsluni, sum liðið í løtuni hevur móti Wolves, so kemur liðið hjá Brendan Rodgers eitt stig frammum Tottenham. Leicester kann so aftur verða yvirhálað av Liverpool, um meistararnir vinna á Manchester City, sum vitjar á Anfield í dag.

Premier League
08.11

Tottenham - West Bromwich 1-0 (0-0)
88' Harry Kane 1-0

(14.00): Leicester - Wolves (1-0)
15' Jamie Vardy (br.)

16.30: Liverpool - Manchester City

19.15: Arsenal - Aston Villa

Støðan í oddinum:
1. Tottenham 17 stig (8 dystir)
2. Southampton 16 stig (8 dystir)
3. Liverpool 16 stig (7 dystir)
4. Chelsea  15 stig (8 dystir)
5. Leicester 15 stig (7 dystir) *

*Spæla nú - á veg til at hava 18 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder