2019-01-08 17:15
Fyrra hálvfinalan millum Tottenham og Chelsea í League Cup verður spæld í kvøld.
Liðini bæði liggja í topp fýra í Premier League, og League Cup kappingin er ein góður møguleiki at tryggja sær steyp í ár.
Tottenham er í góðum formi og hevur vunnið fýra av seinastu fimm dystunum. Hesar dystirnar hevur Tottenham skorað heili 22 mál og einans latið 3 ígjøgnum.
Chelsea hevur vunnið tríggjar av seinastu fimm dystunum. Chelsea hevur einans skorað 5 mál hesar dystirnar, men hevur latið færri mál ígjøgnum við tveimum.
Spennandi verður at vita, um Tottenham megnar at halda fram við góðu gongdini og vinna á heimavølli í grannauppgerðini í London.
Dysturin verður spældur klokkan 20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald