Fótbóltur

Tottenham hevur sett nýggjan venjara

Talan er um 57-ára gamla Ange Postecoglou úr Avstralia, sum seinastu tvey árini hevur vunnið fýra steyp við Celtic. Nú skal hann verða við til at fáa skil á støðuna í London.

Ange Postecoglou hevur fyri tað mesta verið venjari uttanfyri Evropa. Hann verður fyrsti avstralski høvuðsvenjarin, sum fer at royna seg í Premier League, og hann og Tottenham hava gjørt fýra-ára sáttmala (Mynd: EPA)

Ange Postecoglou hevur fyri tað mesta verið venjari uttanfyri Evropa. Hann verður fyrsti avstralski høvuðsvenjarin, sum fer at royna seg í Premier League, og hann og Tottenham hava gjørt fýra-ára sáttmala (Mynd: EPA)

2023-06-06 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir at Mauricio Pochettino í nógv ár stóð fyri støðufesti, hevur venjarastólurin hjá Tottenham verið heitur. Argentinski venjarin fekk sekkin eftir yvir fimm ár á brúnni í november 2019 - fýra mánaðir eftir tapið í Champions League-finaluni. Síðani hava tríggir "fastir" høvuðsvenjarar verið: José Mourinho, Nuno Esperito Santo og Antonio Conte.

Formaðurin Daniel Levy hevur sagt allar hesar úr starvi - Mourinho nakrar fáar dagar áðrenn eina steypafinalu. Christian Stellini var fyribils losynin eftir at Antonio Conte næstan hevði biðið um eina uppsøgn við sínum útmeldingum, men hann helt bara fýra dystir. Seint í apríl tók Ryan Mason fyribils yvir fyri aðru ferð uppá beint yvir tvey ár. Tottenham endaði á 8. plássi í Premier League, og gjørdi ikki nakað jaligt um seg í nakrari steypakapping.

Nú skal Ange Postecoglou royna at stýra skútuni rætta vegin aftur og royna at slætta brotaskjógvarnir. Sum navnið bendir á, so hevur hann røtur úr Grikkaland. Familjan flutti tó til Avstralia, tá Ange var fimm-ára gamal, og har spældi hann fótbólt, áðrenn hann gjørdist venjari.

Postecoglou hevur millum annað nøkur ár sum avstralskur landsliðsvenjari á baki, og hann leiddi Socceroos til HM-endaspælið í Brasil í 2014. Hann vann eisini Asian Cup við liðinum í 2015 og var venjari undankappingina til HM í 2018.
 
Ange Postecoglou gavst tó áðrenn sjálvt endaspælið av persónligum ávum. Eftir væleydnaða tíð í Japan kom hann til Skotlands á summri. Hann var ikki eitt stórt navn tá, men eftir at Celtic tók meistaraheitið aftur frá Rangers í 2021-2022 og vann skotsku greipuna júst faran kappingarár, er nógv broytt.

Áhugi hevur verið ymsastaðni frá, og hjá Tottenham var hann so stórur, at felagið valdi at keypa nú 57-ára gamla Ange Postecoglou leysan frá Celtic. Daniel Levy sigur í samband við starvssetanina, at talan er um ein venjara við einum jaligi huglagið, og at hann vil spæla skjótan álopsfótbólt. Talan er eisini um venjara, ið skilur tilknýti til akademii og dugir væl at menna ungar spælarar. Talan er um ein fýra-ára sáttmála millum partarnar.

Tann fyrsti avstralski venjarin í Premier League hevur stóra avbjóðing fyri framman. Tottenham skal aftur blanda seg í Champions League-stríðið. Tað verður møguliga uttan Harry Kane. Hann hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, men vil kanska royna nakað nýtt nú. Áhugi sigst at vera frá millum Manchester United og Bayern München og nú eisini Real Madrid, ið hevur mist Karim Benzema.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder