Fótbóltur

Tottenham hevur tryggjað sær portugisiskan miðvallara

21-ára gamli Gedson Fernandes verður í fyrstu syftu leigaður til úr Benfica fram til summarið 2021. London-felagið hevur ein keypsmøguleika hetta tíðarskeiðið áljóðandi 50 milliónir evrur.

Gedson Fernandes skiftir úr portugisiska stórfelagnum Benfica, ið hann hevur umboða 23 ferðir í bestu deildini (Mynd: EPA)

Gedson Fernandes skiftir úr portugisiska stórfelagnum Benfica, ið hann hevur umboða 23 ferðir í bestu deildini (Mynd: EPA)

2020-01-15 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tottenham hevur í dag kunngjørt ein nýggjan leikara. Talan er um ungan portugisiskan miðvallara, ið bert hevur leikt 23 dystir í fremstu portugisiski deildini, men sum hevur gjørt um seg fyri Benfica seinastu 18 mánaðirnar. 

Gedson Fernandes hevur spælt tveir A-landsdystir fyri Portugal og skal royna at styrkja miðvøllin hjá Tottenham, ið verður uttan skadda Moussa Sissokko komandi mánaðirnar.

Fleiri onnur feløg vóru eftir Fernandes, og Benfica hevði eisini sagt ja til eitt boð frá West Ham. Sky Sport skrivar, at leikarin ynskti sjálvur at koma til Premier League, og valdi London-felagið við Mourinho á odda framum grannarnar.

Talan er í fyrstu syftu um ein leigusáttmála fyri 18 mánaðirnar, og í tí tíðarskeiðinum kann Tottenham keypa Gedson Fernandes leysan fyri 50 milliónir evrur.

Tottenham vann í gjár 2-1 á Middlesborough í umdystinum í 3. umfari í FA Cup. Liðið liggur á 8. plássi í Premier League við 30 stigum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder