Fyri løtu síðani endaði síðsti dysturin í Premier League. Tottenham Hotspur var í Liverpool og vitjaði Everton, og Tottenham fór eisini heim við fullari skjáttu. Dysturin endaði heili 6-2 til Tottenham.
Tað var annars Everton, sum legði seg á odda eftir 21 minuttir, men Tottenham svaraði aftur sjeyð minuttir seinni. Og aftaná Tottenham skoraði fyrsta málið, steðgaðu teir ikki aftur. Son Heung-min og Harry Kane skoraðu báðir tvey mál, ímeðan Christian Eriksen og Trippier skoraðu eitt hvør. Hitt málið hjá Everton skoraði íslendski Gylfi Sigurðsson.
1.Liverpool 48
2.Manchester City 44
3.Tottenham 42
4.Chelsea 37
5.Arsenal 37
6. Watford 27
7. Manchester United 29
8. Bournemouth 26
9. Leicester 25
10. Wolves 25
11. Everton 24
12. West Ham 24
13. Brighton 21
14. Crystal Palace 18
15. Newcastle 17
16. Southampton 15
17. Cardiff 14
18. Burnley 12
19. Huddersfield 10
20. Fulham 10
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald