Fótbóltur

Tottenham og Ajax leggja fyri í London

Fýra ógvuliga spenanndi hálvfinalur í Champions League eru fyri framman; tann fyrsta er í kvøld.

Ajax-liðið fyrireikar seg á Tottenham Hotspur leikvøllinum undan fyrru hálvfinaluni
(Mynd: EPA)

Ajax-liðið fyrireikar seg á Tottenham Hotspur leikvøllinum undan fyrru hálvfinaluni (Mynd: EPA)

2019-04-30 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Avgerandi parturin av kappingarárinum er nú farin í gongd. Meistararnir í ymsu londunum verða funnir hesar vikurnar, og í Champions League eru bert fýra lið eftir. 

Fyrra hálvfinalan - Wembley, London
20.00 Tottenham - Ajax (TV3 +/Viaplay) 

Tað vóru helst ikki nógv, ið væntaðu at Ajax og Tottenham fóru at hittast í einari hálvfinalu. Serliga er tað hollendska liðið, ið hevur tikið øll á bóli. Bayern megnaði ikki at basa Ajax í tveimum roynum í bólkaspælinum, og síðani hevur liðið úr Amsterdam sligið bæði Real Madrid og Juventus út - í báðum førum við at vinna seinna dystin á útivølli.

Ajax hevur eitt áhugavert lið, og ein hyggjaravinarligan leikhátt har liðið hugsavnar seg mest um at spæla skjótt og at leypa á. Nakrir leikarar eru framtíðar stjørnur í evropeiskum fótbólti; De Jong er longu seldur til Barcelona, og De Ligt er heilt klárt á veg til eina størri deild. So eru dømi sum Tadic og Blind, ið hava spælt í Premier League uttan at verið profilar profilar har. 

Í Premier League er Tottenham á triðja plássi, og hevur sum so tryggjað sær luttøku í kappingini aftur næsta ár. Men nú er fokus á at koma í finaluna. Tottenham er ongantíð komin so langt í kappingini; í mun til Ajax sum vann kappingina í 1995, var í finaluni árið eftir, og sum eisini vann kappingina tríggjar ferðir á rað í 1970'árinum undir gamla navninum og gomlu skipanini.

Tottenham er lítil favorittur í kvøld, men er framvegis uttan Harry Kane. Son Heung-Min er heldur ikki tøkur í kvøld. Liðið hjá Pochettino tapti á fyrsta sinni á sínum nýggja heimavølli í vikuskiftinum. Davidson Sanchez, Christian Eriksen, Jan Verthonghen og Toby Alderweireld eru upp ímóti sínum gamla liðið í kvøld, og tað er lagt upp til eina ógvuliga spennandi uppgerð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder