Lagt var upp til ein spennandi dyst á Wembley í dag, har grannauppgerð var millum tvey av liðunum í oddinum.
Fyrr í dag vunnu City og Liverpool, og tí var trýst lagt á liðini beint aftanfyri, Tottenham og Chelsea, tá tey fóru inn á vøllin á Wembley. Heimaliðið var nakað skert, og hava í ár ikki spælt serliga væl, hóast úrslitini í Premier League hava verið góð. Í dag vísti Spurs gott spæl og gjørdist fyrsta liðið i ár, sum Chelsea hevur tapt ímóti.
Les eisini: City og Liverpool buldra víðari í oddinum
Tottenham var omaná frá byrjan, og legði seg á odda í 8. minutti, tá Christian Eriksen knallaði eitt frípark inn úr høgru, sum Dele Alli stýrdi í málið við høvdinum. Eftir eitt korter var 2-0. Harry Kane fekk bóltin nakað til vinstru. Hann tók eitt trekk inn í vøllin og móti brotsteiginum og smekkaði bóltin flatt í hjørn. Eins og við 1-0 málið sá Kepa í Chelsea-málinum ikki heilt gott út.
Chelsea royndi at svara aftur, men hevði trupult við at skapa upplagdar málmøguleikar. Tíggju minuttir inn í 2. hálvleik tók Son sakina í egnar hendur og so at siga avgjørdi dystin. Innskifti Oliver Giroud minkaði um mundin við stútara, men tað var ov seint.
Eitt frálíkt úrslit fyri Tottenham, ið nú yvirtekur 3. plássið, meðan Chelsea ú hevur eitt fitt petti upp til, har tað er heilt stuttligt at vera.
Tottenham - Chelsea 3-1 (2-0)
Úrslitini fyrr í dag:
Brighton - Leicester 1-1 (1-0)
Everton - Cardiff 1-0 (0-0)
Fulham - Southampton 3-2 (2-1)
Manchester United - Crystal Palace 0-0
Watford - Liverpool 0-3 (0-0)
West Ham - Manchester City 0-4 (0-3)
Støðan í oddinum:
Manchester City 35
Liverpool 33
Tottenham 30
Chelsea 28
Arsenal 24 *
* Ein dyst færri enn hini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald