Fótbóltur

Tottenham setti punktum fyri steypaturkin

1-0 sigurin í Bilbao tryggjaði eisini Tottenham pláss í Champions League næsta kappingarár - og staðfesti vánaligasta kappingarárið hjá Manchester United í nýggjari tíð.

Suðurkoreanski vongurin hevur verið partur av nøkrum góðum Tottenham-liðum, men tað hevur ikki bragdað, í  mun til steyp - fyrrenn nú. Son slapp nú at lyfta steypið sum liðformaður (Mynd: EPA)

Suðurkoreanski vongurin hevur verið partur av nøkrum góðum Tottenham-liðum, men tað hevur ikki bragdað, í  mun til steyp - fyrrenn nú. Son slapp nú at lyfta steypið sum liðformaður (Mynd: EPA)

2025-05-22 09:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ógvuliga nógv uppá spæl, tá nummar 17 og 16 í Premier League brustu saman í Bilbao í gjárkvøldið: Eitt evropeiskt steyp, heiðurin og eitt pláss í Champions League næsta ár.

Bæði Manhester United og Tottenham vildi eisini vaska kappingarárið higartil av sær. Tað hevur ikki verið nær við at verið nóg gott í Onglandi - serliga ikki fyri eitt felag sum Manchester United.

Tað vóru eisini Ruben Amorim og teir, sum stóðu eftir við svarta peri. United var leikliga omaná, men megnaði ikki at bróta verjumúrin hjá Tottenham niður: Sum so ofta fyrr í ár vantaðu dygdirnar og hugflogið í seinasta partinum.

Tottenham skoraði einsamalla málið í Europa League-finaluni. Talan var um gott innlegg úr vinstru, og síðani skuldi nakað av hepni til, áðrenn Brennan Johnson fekk beint bóltin í málið - helst var tað meira talan um eitt sjálvmál hjá skaðadarvaða Luke Shaw.

[object Object]
Eitt heldur serstakt mál avgjørdi finaluna í gjár (Mynd: EPA)

Síðani vardi liðið hjá Ange Postecoglu og tað væl. Venjarin í Avstralia segði tíðiliga á árinum, at hann nokk skuldi vinna eitt steyp í sínum kappingarárið nummar tvey í einum felagi - sum hann altíð ger. Tottenham-venjarin hevur verið undir trýsti, men sympatiski maðurin helt orð: Ange og teir vunnu 1-0, og so kundi Heung-Min Son endiliga lyfta eitt steyp.

[object Object]Ein fegin Ange við Europa League-steypinum (Mynd: EPA)

Suðurkoreanski vongurin hevur verið partur av nøkrum góðum Tottenham-liðum, men tað hevur ikki bragdað, í  mun til steyp. Nú, 17 ár eftir League Cup steypið varð lyft, hevur Tottenham aftur megnað at vunnið eina kapping. Tað eru 41 ár síðani seinasta evropeiska steypið hjá London-felagnum: UEFA Cup-finalusigurin á Anderlecht í 1984.

Europa League er komið fyri UEFA Cup. Manchester United vann Europa League men tapti eisini finaluna í 2021. Nú stendur felagið í einari svárari støðu. Óvissa er um nógv, áðrenn farið verið inn í eitt nýtt kappingarár. Eitt stendur tó eftir: Hetta er greitt vánaligasta árið hjá stóra felagnum í nýggjari tíð.

[object Object]
Ruben Amorim hevur, síðani hann tók við í november, so at siga bert havt Europa League at vísa á. Tað endaði tó við, at portugisin og hansara menn stóðu eftir við ongum (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder