Fótbóltur

Tottenham vann enn ein tættan sigur

Fyri triðju ferð uppá eina viku vann Tottehnam tepran sigur; Leicester megnaði ikki at vinna til heiðurs fyri Vichai Srivaddhanaprabha.

Justin Foyth og Tottenham kundu fegnast um 1-0 sigurin
(Mynd: EPA)

Justin Foyth og Tottenham kundu fegnast um 1-0 sigurin (Mynd: EPA)

2018-11-10 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 12. umfarið í Premier League er leiktir í dag. 

Cardiff legði út við at vinna umráðandi sigur á Brighton. 

Les meira

Klokkan 15.00 vóru fýra dystir. Newcastle vann annan sigurin á rað, og er nú á 14. plássið. Á King Power Stadium varð Vichai Srivaddhanaprabha heiðraður undan dystinum. Sjálvur dysturin endaði málleysur. 

Tottenham megnaði at vinna í London-uppgerðini á Selhurst Park í kvøld. Verjuleikarin, Justin Foyth skorað einsamalla málið miðskeiðis í 2. hálvleiki. hetta var fyrsta málið hjá argentinska miðverjanum í felagnum. Hann gjørdi tvey brotsspørk fyri viku síðani móti Wolves.

Sjálvt spælið er ikki frálíkt og Eriksen og Alli eru ikki heilt 100 %. Alt gongur ikki sum ætlað við nýggja leikvøllinum og í Champions League, og tað er nakað av negativieti kring felagið; eisini frá venjaranum. Hóast alt hetta hevur Tottenham ongantíð havt so nógv stig eftir 12 dystir sum nú, og er væl við í oddinum. Í løtuni á 27 stigum; ájavnt við Chelsea og Lverpool og tvey stig aftanfyri City

Mest fokus hetta umfarið er á dystin í morgin, tá Manchester-liðini bresta saman. Liverpool, Chelsea og Arsenal spæla øll í morgin eisini.

Úrslitini í dag: 

Cardiff - Brighton 2-1 (1-1)
Huddersfield - West Ham 1-1 (1-0)
Leicester - Burnley 0-0
Newcastle - Bournemouth 2-1 (2-1)
Southampton - Watford 1-1 (1-0)
Crystal Palace - Tottenham 0-1 (0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder