placeholder
Annað

Tour de France avbrotið av piparspray

Bøndur steðgaðu súkklukappingina.

2018-07-24 12:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tour de France var fyrr í dag avbrotið eina løtu, tí at bøndur mótmæltu kappingini. Eftir áleið 30 kilometrar súkklaðu luttakararnir seg inn í eina forðing, sum bøndirnir høvdu gjørt við hoyballingum.

Alt tað fremsta feltið mátti steðga, áðrenn teir vórðu vístir víðari í tøttum trafikki. Men stutt aftaná var kappingin avbrotin eina løtu.

Sjónvarpsmyndir vístu, at fleiri av fremst súkklarunum royndu at turka eyguni og sproytaðu vatn í tey. Tí varð neyðugt at avbróta kappingina, so at súkklararnir fingu reinsa eyguni.

Sambært Rolf Sørensen í TV2 Sport, var talan um piparspray, sum løgreglan brúkti móti bøndrunum. Hetta hevur samlað seg sum eitt skýggj úti á vegnum, har súkklararnir hava súkkla.

Kappingin helt fram aftur eftir áleið 15 minuttum. Enn er ikki heilt vist hvat bøndurnir mótmæltu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder