Tað gongur væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Fyrr í dag vann hann svensku steypakappingina saman við Sävehof og gjørdist dagsins leikari. Og í kvøld fekk hann sín triðja heiður.
Ársins ítróttanavn er Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Hetta varð kunngjørt á Ítróttafagnaðinum á Hotel Hilton Garden Inn í kvøld.
Elias er sum kunnugt í Svøriki og spælir hondbólt, og fekk ikki verið til staðar. Hann varð tó tikin á bóli fyri nøkrum døgum síðani, tá pápi hansara hevði tikið Elias við í høllina at vaska og leggja klæðir saman.
Pápi Elias, Jens á Skipagøtu, tók ímóti heiðrinum, sum løgmaður handaði (Skíggjamynd: KVF)
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur longu í fleiri ár, við sínum heilt serligu evnum sum hondbóltsleikari, hugtikið hondbóltsfjepparar bæði í Føroyum og uttanlands.
Í august vann Elias við føroyska U19 landsliðnum, M19 Championship kappingina í Bulgaria, og harvið skulu Elias og liðfelagarnir spæla EM endaspæl fyri U20 menn í Portugal í juli 2022.
Elias gjørdist greiður toppskjútti í kappingini, og varð valdur besti leikari.
Í 2021 fekk Elias sín fyrsta dyst fyri føroyska A-landsliðið móti Ukraina í undankappingardysti til EM. Elias, sum var besti leikari á vøllinum, skeyt sjey mál, harav fleiri vóru í serflokki.
Í apríl var Elias í sínum næsta A-landsdysti, aftur besti leikari á vøllinum, tá Føroyar vunnu sín fyrsta undankappingardyst til EM móti Kekkia í høllini á Hálsi.
Elias gjørdist, í sínum fyrsta kappingarári í svenskum hondbólti, meistari við felagið sínum Sävehof. Umframt at Elias hevur spælt avgerðandi leiklut í luttøkuni hjá liði sínum í evropeisku kappingini hjá EHF, sum eitur European League.
Hinir, sum vóru uppskoti, vóru Sverri Sandberg Nielsen og Hávard Vatnhamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald