
Tá Viljormur Davidsen í 19. minutti í dystinum móti Litava á Tórsvølli setti bóltin trygt í kassan frá brotssparksblettinum, var hetta triðja landsliðsmálið hjá vinstra bakki á føroyska liðnum, sum til dagligt spælir í Helsingborg í Svøríki eftir eina langa karrieru í Vejle Boldklub.
Viljormur hevur verið tryggur brotssparksskjútti fyri landsliðið í seinastuni, og hetta var triðja brotssparkið, hann setti í netið.
Viljormur skoraði sítt fyrsta landsdystarmál, tá Føroyar fingu brotsspark í EM-undankappingardystinum móti Rumenia 26. mars 2019. Dysturin varð spældur í Cluj.
Støðan var 3-0 til Rumenia, tá Viljormur skoraði til 3-1. Dysturin endaði 4-1.
Næsta málið hjá Viljormi var fyri einum góðum ári síðani, 7. juni 2021, tá vit høvdu vitjan av Liktinstein í einum vinardysti.
Føroyar vunnu dystin 5-1 og Viljormur skoraði tað fimta málið upp á brotsspark í 79. minutti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald