Fótbóltur

Triðja umfar fer í gongd í kvøld

Átta dystir verða leiktir. Í øllum bólkunum er støðan tann, at eitt lið hevur seks stig, tvey lið hava trý stig og eitt lið einki stig hevur.

Napoli er á odda í bólki A, har Liverpool jagstrar. Liðið hjá fær vitjan av Rangers í kvøld - Napoli spælir í Amsterdam

Napoli er á odda í bólki A, har Liverpool jagstrar. Liðið hjá fær vitjan av Rangers í kvøld - Napoli spælir í Amsterdam

2022-10-04 15:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld fer Champions League aftur av bakkastokki. Tað er tættari millum umførini í bólkaspælinum í ár, enn vanligt - orsakað av at HM-endaspælið byrjar í november, men nú hevur landsliðssteðgur verið, so tjúgu dagar eru síðani hesi liðini spældu í Champions League.

Í teimum fýra bólkunum, sum kappast verður í, í kvøld, er støðan eins: Eitt lið hevur seks stig, tvey lið hava trý stig og eitt lið hevur einki stig. Harvið hevur eingin javnleikur verið í nøkrum av bólkunum enn

Bólkur A
Liverpool - Rangers 
Ajax - Napoli

Napoli 6
Liverpool 3
Ajax 3
Rangers 0

Báðir dystirnir byrja klokkan 20


Bólkur B: 
FC Porto - Bayer Leverkusen 
Club Brügge - Atletico Madrid 

Club Brügge 6
Bayer Leverkusen 3
Atletico Madrid 3
FC Porto 0 stig

Báðir dystirnir byrja klokkan 20

Bólkur C: 
17.45: Bayern München - FC Viktoria Plzen  
20.00: Inter Milan - FC Barcelona 

Bayern 6
Barcelona 3
Inter 3
Plzen 0


Bólkur D:
17.45: Olympique de Marseille - Sporting Clube de Portugal 
20.00: Eintracht Frankfurt - Tottenham Hotspur 

Sporting 6
Tottenham 3
Frankfurt 3
Marseille 0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder