Fótbóltur

Tríggar broytingar á føroyska liðnum

Kaj Leo í Bartalsstovu byrjar inni í Rumenia. Klæmint A. Olsen og Heini Vatnsdal eru eisini nýggir í uppstillingini í mun til dystin á Malta.

Kaj Leo avloysir Sølva Vatnhamar á høgra kanti
(Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo avloysir Sølva Vatnhamar á høgra kanti (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-26 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 21:45 lokala tíð fara Rumenia og Føroyar á vøllin á Dr. Constantin Radulescu Stadion. Tað er klokkan 19.45, at føroyska fólki kann síggja føroyska A-landsliðið royna at fáa uppreisn í Cluj eftir vónbrotið á Malta

Upptakt: Føroyingar jagstra uppreisn í Rumenia

Nú er greitt, hvørjar leikarar Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava valt til uppgávuna. Venjararnir hava avgjørt at gera tríggjar broytingar í føroysku byrjunaruppstillingini, í mun til teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum móti Malta leygarkvøldið.

Einasti føroyski leikarin, ið hevur leikt í Rumenia, Kaj Leo í Bartalsstovu, kemur inn á høgru síðu á miðvøllinum ístaðin fyri fyri Sølva Vatnhamar, og Heini Vatnsdal avloysir Rógva Baldvinsson á verjukenda, sentrala miðvøllinum. Jákup Thomsen fekk møguleikan frá byrjan í seinastu løtu á Malta, eftir at Jóan Símun Edmundsson fekk trupulleikar í knænum. Men í dag verður tað metmálskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint Andrasson Olsen, ið verður fremsti maður. Jóan Símun er ikki við í Rumenia.  

Føroyska liðið byrjar soleiðis(4-4-1-1):
Gunnar Nielsen - Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Kaj Leo í Bartalsstovu, Heini Vatnsdal, Brandur H. Olsen, Rene S. Joensen - Hallur Hansson - Klæmint A. Olsen

Bonkur: Teitur M. Gestsson, Karstin Hansen, Magnus Egilsson, Árni Frederiksberg, Rógvi Baldvinsson, Bartal Wardum, Sølvi Vatnhamar og Jákup L. Thomsen.

 

FSF skrivar, at á Dr. Constantin Radulescu Stadion er vanliga pláss fyri umleið 25.000 áskoðarum. Men av trygdarávum verður bara pláss til eini 13.000 til dystin millum Rumenia og Føroyar. Fyriskipararnir vænta, at umleið 11.000 áskoðarar verða til dystin. Av teimum eru eini 25 føroyingar.

Á forsíðuni á Portalinum ber til fylgja gongdini undir dystinum í Rumenia. Vit hava myndir og samandrátt frá dystinum, og eftir seinasta bríksl gera vit samrøður við umboð úr føroysku leguni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder