Fótbóltur

Upptakt: Føroyingar jagstra uppreisn í Rumenia

Rumenia (Portalurin) - Føroyska liðið hevur ógvuliga trupla uppgávu fyri framman í øðrum EM-undankappingardystinum.

Hallur Hansson og liðfelagirnir vilja reisa seg í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson og liðfelagirnir vilja reisa seg í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-26 10:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein smeitur og eitt slag á sjálvsuppfatanina; eitt risastórt føroyskt vónbrot og størsti niðurtúrur í longri tíð. Dysturin á Ta' Qali leikvøllinum á Malta minti okkum á, at vit eru ikki komin longur enn so, at eitt av allarveikastu og lægst styrkismettu liðunum í Evropa kann basa okkum, tá vit ikki raka dagin.

Les eisini: Ógvusligur føroyskur niðurtúrur á Malta

Atfinningarnar hava verið nógvar frá viðmerkjarum á ymsum pallum. Kritikkurin av spælinum og avrikinum hevur ikki veirð mjúkur, og liðið og venjaratoymið hava fingið nøkur orð við á vegnum. Bæði liðformaður og høvuðsvenjari hava úttalað seg um, at teir skilja kritikkin, ið kemur eftir eitt slíkt tap, men at tað skal vera sakligt, og nakað sum kann argumenterast fyri. 

Nú er fyrsti dysturin í undankappingini lagdur afturum, og tann næsti bíðar her í Cluj-Napoca. Fokus er á uppgávuni, ið verður ørvísi, men sum kanska passar væl til føroyska liðið. Rumenska liðið kemur helst at sita væl meira á bóltinum, meðan føroyska liðið skal fyrst og framst hugsavna seg um at verja. 

Sí eisini: - Dysturin á Malta skal gloymast - fokus á uppgávuna her

Rumenia tapti 2-1 í Svøríki leygarkvøldið. Talan er um eitt rímiliga ungt lið og eitt ørvísi lið enn tað, sum Føroyar taptu ímóti tvær ferðir ímóti í 2015. Rumenia hevur vunnið allar seks dystirnar ímóti okkum gjøgnum tíðina. Har var eingin ábending í gjár um, hvussu føroyska liðið kemur at síggja út. Lars Olsen tosaði tó um møguligar broytingar, og hetta verður greiða fingin á, tá liðið verður kunngjørt um eina løtu. Tað eru eini 10,000 atgongumerki seld til dystin á Dr. Constantin Radulescu; harav verða nakrir fáir føroyingar.

Sí eisini: Myndir: Føroyskur tíðindafundur og venjing í Cluj

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Vit fylgja gongdini her í Rumenia, og hava myndir og samandrátt frá dystinum. Eftir seinasta bríksl fáa vit viðmerkingar úr føroysku leguni. Kringvarpið sendir beinleiðis frá dystinum, og FM 1 hevur frásøgn.  

EM-undankapping - 2. umfar
Dr. Constatin Radulescu, Cluj 
19.45: Rumenia - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder