Nú um vikuskiftið, 2. og 3. mai, fara tríggir føroyskir borðtennisleikarar at luttaka í DM fyri ungdóm, sum verður spælt í Ribe Fritidscenter í vesturjútska býnum Ribe.
Tey Elsa Kathrina Gisladóttir, Hadassa Schwartson Christiansen og Rasmus Teitsson í Skorini, øll úr borðtennisfelagnum Tór.
Hassada, Rasmus og Elsa Kathrina. Tey eru øll millum 32 tey fremstu í sínum aldursbólki í danska ríkinum
Hadassa og Rasmus luttaka í U15, meðan Elsa Kathrina, ið herfyri gjørdist føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum, luttekur í U19-kappingini.
Tað er ikki ein og hvør, ið sleppur at spæla danmarksmeistaraheitið í borðtennis. Tað eru nevniliga einans tey, sum eru ímillum 32 tey fremstu í sínum aldursbólki í Danmark
Tey trý hava luttikið í fleiri donskum kappingum hetta kappingarárið, og hava úrslitini verið so góð, at tey við nóg nógvum stigum hava tryggjað sær atgongd til DM.
Borðtennissamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald