Fótbóltur

Tríggir heimasigrar við ymiskum týdningi

KÍ og B36 eru á ovastu plássunum undan dystunum í morgin - TB eru nú nærri við Skála enn við botnliðini.

Jónas Þór Næs skoraði sítt fyrsta mál í fremstu føroysku deildini í dag (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)

Jónas Þór Næs skoraði sítt fyrsta mál í fremstu føroysku deildini í dag (Mynd: Bjarni Enghamar/B36)

2019-05-26 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ er oddalið, og soleiðis verður tað eisini eftir 11. umfar. Hetta er greitt eftir tryggja sigurin hjá liðnum hjá Mikkjali Thomassen á EB/Streymi við Djúpumýru í dag. B36 er nú nummar tvey; um tað heldur verður greitt í annaðkvøld, eftir at NSÍ hevur leikt sín dyst í umfarinum. B36 er tó í øllum førum væl við í oddinum. TB er á 7. plássi; luft er niður til EB/Streym, og langt er niður til strikuna, har ÍF, ið tapti í Trongisvági í dag, liggur saman við AB. 

Allir tríggir dystirnir í dag vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15.00. Í tveimum av teimum var so at siga avgjørt í steðginum, og bæði KÍ og B36 lukkaði sín dyst í 62. minuttir. Við Stóra kom avgerandi málið stórar tíggju minuttir fyri tíð. 

KÍ var á veg í steypafinaluna, og tað varð so gott sum byrjað at vera fagnaður um hetta við Djúpumýru, tá Ari Mohr Olsen í 89. minutti sendi HB í finaluna. Hetta var annað tapið fyri HB uppá fýra dagar; tað fyrra í Gundadali var talan um fyrstu ferð í ár, at KÍ fór av vøllinum við einum ósigri. EB/Streymur kom til Klaksvíkar við ringum minnum frá seinasta dystinum, har NSÍ vann heili 8-1 á Eiði.

Tað gjørdist ikki so ljótt hjá EB/Streymi í dag, men KÍ var allatíðina omaná, og hevði góðar møguleikar at skora fleiri mál enn tey fýra. Útiliðið stríddist ímóti, og helt næstan allan 1. hálvleik. Men so skoraði KÍ tvær ferðir uppá fimm minuttir. 17-ára gamli Jonn Johannessen økti við stútara beint fyri steðgin. Hetta var hansara 2. mál í Betrideildini. Heimaliðið helt á í 2. hálvleiki, og Darius Lewis, ið byrjaði inni á fyrsta sinni, skoraði til 3-0, tá hann var fyrstur á einum returi. Patrik Johannesen fekk seinasta orðið, og áleyparin fekk harvið sítt annað mál á degnum og mál nummar 5 í Betrideildini. 

Fyrsta korterið í Gundadali var Árni Frederiksberg í hopla, og kantspælarin var miðpunktið í góðu byrjanini hjá teimum í hvítum. Fyrst revsaði hann ein feil í uppspælinum hjá argjamonnum, tá hann legði bóltin róligt niður í longra málhorn við vinstra beininum í eyðkendum stíli. Síðani legði Árni sera væl innfyri úr høgru eftir eitt skjótt B36-álop, og eingin annar enn høgri bakkurin Jónas Þór Næs, stútaði bóltin væl í málið.

Les eisini: Fyrsta málið hjá Jónasi í føroyskum vaksnamannafótbolti

AB hevði lítið at bjóða uppá í dag, men fekk minkað um munin stutt eftir, at B36 sum so hevði lukkað dystin. Argjamaðurin Alex Mellemgaard fekk seinasta orðið fyri B36, ið vann sín fjórða dyst á rað. Liðið hjá Jákupi á Borg hevur fingið fult móti liðum, ið liggja í niðaru hálvu; hetta hava B36 og KÍ til felags. B36 roynir at leggja trýst á KÍ, og nú skulu tey fýra liðini, ið spæla í morgin, hava stig fyri at fylgja við. 

Stefan Radosavljevic var aftur fyri TB eftir leikbannið í dystinum moti AB. Hetta gjørdist avgerandi í tætta dystinum hjá TB móti ÍF í dag. Møguleikararnir vóru fáir, og liðini hugsavnaðu seg meira um at stríðast og ikki geva nakað burtur. Heimaliðið lá tó meira framvið í 2. hálvleiki, og tá áleið tíggju minuttir vóru eftir, fekk Stefan fatur á bóltinum, trekti móti brotsteiginum og smekkaði síðani bóltin í nærra málhornið. Hetta var sætta málið hjá evnaríka leikarunum í ár, og tað sendi TB burur úr niðurflytingarvanda fyribils. ÍF er framvegis í stórum trupulleikum. 

11. umfar:

B36 - AB 4-1 (2-0)
5' Árni Frederiksberg 1-0
16' Jónas Þór Næs 2-0
62' Ragnar Samuelsen 3-0
67' Bjarki Nielsen 3-1
85' Alex Mellemgaard 4-1

KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0)
41' Patrik Johannesen 1-0
44' Jonn Johannessen 2-0
62' Darius Lewis 3-0
75' Patrik Johannesen 4-0

TB - ÍF 1-0 (0-0)
80' Stefan Radosavljevic 1-0

Í morgin er tveir sera áhugaverdir dystir á skránni; hesir kunnu fáa stóran týdning fyri oddastríðið: 
18.00: Víkingur - HB
19.00 NSÍ - Skála

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (26 stig)
2. B36 (24 stig) 
3. NSÍ (22 stig)  *
4. Víkingur (20 stig) *
5. HB (18 stig) *
6. Skála (15 stig) *
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig) 
9. AB (4 stig) 
10. ÍF (4 stig) 

* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder