Heimsmeistarakappingin í fótbólti í 2030 verður spæld í seks londum í trimum heimspørtum.
Talan er um HM-kappingina, sum verður hildin 100 ár eftir fyrstu HM-kappingina í Uruguay í 1930.
Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, boðar í dag frá, at grannalondini Portugal og Spania fáa kappingina saman við afrikanska landinum, Marokko, beint hinumegin Gibraltar-sundið inn til Miðjararhavið.
Men eftir sum at 100 árið fyri fyrstu HM-kappingina skal hátíðarhaldast, so er avgerð tikin um, at hava eitt hald í Montevideo, høvuðsstaðnum í Uruguay. Og í tí sambandinum er ætlanin, at teir fyrstu tríggir dystirnir í HM-kappingini skulu spælast í suðuramerikansku londunum Uruguay, Argentina og Paraguay.
Fyrsti dystur verður á leikvøllinum, har alt byrjaði fyri hundrað árum síðani – á søguliga Estádio Cantenário, sigur Fifa-forsetin Gianni Infantino í skrivi í dag.
Komandi HM-kapping í 2026 verður hildin í Kanada, USA og Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald