Annað

Tríggir spennandi boksidystir fyri framman

Tórshavn Boksing er við á boksistevnu í Kalundborg um vikuskiftið.

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-01-22 08:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Boksifelagið í Havn, Tórshavn Boksing, sendir um vikuskiftið tríggjar íðkarar til kapping í danska býnum Kalundborg.

Teitur Jákupsson skal møta einum boksara frá felagnum CIK, sum hevur boksað seks dystir í 66 kilo bólkinum, og frammanundan verður rokna við, at talan verður eina trupla uppgávu fyri føroyska boksaran, sum sigur seg vera til reiðar til uppgávuna.

Jonathan Malaikev skal upp móti einum boksara úr Frederiksværk, sum hevur verið fimm ferðir í ringinum. Jonathan er í sera góðum formi verður sagt og tí verður roknað við einum góðum og spennandi dysti her.

Størstur spenningur er tó frammanundan til dystinum hjá Andreas Dam Poulsen, sum í tungvekt skal boksa móti einum mótstøðumanni úr Rødovre.

Andreas Dam Poulsen er nú á nýggjárinum vorðin sokallaður eliteboksari, og tað vil m.a. siga, at hann skal í ringin uttan hjálm. Mótstøðumaðurin verður sagdur at vera ein sera sterkur boksari við hørðum sløgum. Men Andreas er væl fyrireikaður og í sera góðum formi, og saman við venjaranum er ein ætlan løgd fyri, hvussu mótstøðan skal støðgast.

Tórshavn Boksing er eitt sera virkið felag. Herfyri vórðu tríggir ungdómsvenjarar knýttir aftur at felagnum. Ætlanin er at senda boksarar til dyst í Danmark hvønn mánað í hesum árinum.

Í apríl er DM-stevna fyri byrjarar har 5-6 føroyingar vera við, teirra millum gull- og silvurvinnararnir frá í fjør, Teitur Jákupsson og Jonathan Malaikev.

Ætlanin er eisini at fáa føroyingar við til danmarksmeistarakappingina, sum verður í november, skrivar Tórshavn Boksing í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder