Í kvøld klokkan 19:15 spælir føroyska A-landsliðið við monnum annan altjóða skrásetta landsdystin í hesum umfarinum, tá danir tekur ímóti í venjingardysti á Brøndby Stadion.
Håkan Ericson hevur sum væntað framt tríggjar broytingar á føroyska liðnum til dystin móti Danmark, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu móti Liktinstein farna fríggjadag:
Føroyar (4-5-1): Mattias Lamhauge - Hanus Sørensen, Hørður Askham, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen - René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Adrian Justinussen - Jóan Símun Edmundsson.
Sum skilst, skal Gunnar Vatnhamar í ávísum førum fella aftur í miðverjuna.
Mattias Lamhauge, Hørður Askham og Sølvi Vatnhamar avloysa ávíkavist Teit Gestsson, Bartal Wardum og Pætur Petersen í byrjanaruppstillingini.
Teir tríggir byrja eisini á bonkinum. Tað gera hesir eisini: Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen Magnus Egilsson, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Mads Boe Mikkelsen, Andrass Johansen, Klæmint Olsen, Hannes Agnarsson og Petur Knudsen
Portalurin hevur beinleiðis blogg-frásøgn her. Kringvarpið vísir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald