TSF: Alt fær ein enda. Eisini Leif Mohr Kring Føroyar 2024. Gott lag, góð kapping, góðir áskoðarar, og góðar pylsur til bæði áskoðarar og súkklarar eftir fimtu og seinastu etapuna.
Hjá kvinnum gjørdist Súsanna Skylv samlaður vinnari. Hjá monnum var tað, triðja árið ár rað, Jákup Petur Eliassen, sum vann samanlagt.
Streymoyggin var karmur um 5. etapu. Rutan bleiv broytt nakað vegna verkfallið. Fyriskipararnir praktiseraðu "best fyri flest" soleiðis, at tað bleiv so stutt sum tilber at koma til og frá kappingunum allar fimm dagar.
Byrjað varð í Havn, og síðan gekk leiðin gjøgnum bergholið til Kollafjørð, til Hósvík, har tað bleiv vent.
Leiðin gekk sama veg aftur til Havnar. Til bygningin hjá Leif Mohr á Hálsi, og síðan skuldu tvey finaluumfør súkklast.
Sannførandi sigur
Jákup Petur Eliassen kom "i ensom majestæt" til Havnar, og vann sær ein tryggan sigur. Tað gingu 90 sekund áðrenn næsti maður fór um málstrikuna. Sterkur er hann, og skuldi ein venjari givið honum karakter í dag fyri taktikkin, sum hann legði fyri dagin, so var tað til eitt UG.
Pauli Poulsen var ein av favorittunum undan kappingini, og í dag var tað hann, ið kom næstur um málstrikuna. Eisini hann koyrdi skilagott, og við sínari styrki var tað um reppið at taktikkurin eydnaðist - at koyra Jákup Petur inn aftur.
Meðan Jákup Petur sá sær ein tjans at avgera dagsins etapu ávegis úr Kollafjarðatunnlinum, so gjørdi Pauli eina roynd at koyra útbrotið innaftur, eftir at ein rættiliga stórur bólkur hevði vent í Hósvík.
Pauli, Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson settu ferð niðan úr Hósvík, og hendan trio royndu hvat teir kundu at heinta fremstu súkklararnar aftur. Fremstu, tí tað var ein vælkoyrandi Erik Neshamar, sum í fyrstu syftu royndi sleppa avstað.
Jákup Petur veit at Erik er sterkur, og gjørdi tí eitt alvorligt "rykk", fyri at koyra Erik inn aftur, og síðan koyra frá feltinum saman við honum.
Ein vinnur ikki í Lotto um ein ikki keypur seðilin, og Erik var leingi við í spælinum um "gullið". Men meðan trioin við Paula á odda nærkaðist, so gingu kreftirnar hjá Erik undan. Løtu seinni fór Pauli fyrst frá Magna og Bergtór, og síðan framvið Erik.
Maður móti manni, men hetta var dagurin hjá Jákup Petur. Diamantar í beinunum, verður ofta tikið til. Báðir koyrdu sum um ein vissur var í hølunum. Tveir sterkir súkklarar, men tá avtornaði var sami munur sum tað var fyrsta dagin. Góð 90 sekund. Í dag var tað Jákup Petur, ið átti munin, og tað var tí hann, ið vann dagsins etapu.
Súsanna sigraði
Eisini Súsanna Skylv endurvann sigurin frá í fjør. Í mun til í fjør vóru fleiri kvinnur við í ár. Hetta gleðast fyriskipararnir sjálvandi um.
Súsanna taldist millum fremstu súkklararnar allar dagarnar. Av øllum luttakarum. Ikki so løgið, eftirsum hon júst hevur vunnið silvur í stórari kapping uttanlanda, og eftirsum hon í 2019 vann gull fyri Føroyar í Triathlon á Oyggjaleikum á Gibraltar, og, fyri tíð síðan, gjørdist DM vinnari í hálvum Ironman. Sterk og ágrýtin, og er Súsanna eitt gott dømi um, at nógv og miðvís venjing er vegurin.
Súsanna Eliassen gjørdist nummar tvey, og Nancy Poulsen nummar trý.
- Alt fær ein enda. Ein góður endi á fimm góðum kappingum. Luttøkan var góð, vit gleðast um, at flest allir føroyskir súkklarar luttóku. Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag takkar fyri hesu ferð. Vit eru væl nøgdir við kappingina, og vilja hervið takka súkklarum, Leif Mohr, Effo, Føroya Bjór, JSS og øðrum sponsorum fyri stuðulin. Eisini hjálparfólki, vilja vit takka fyri stuðulin. Og eisini øllum áskoðarum, sum møttu til finaluna í morgun, fyri góða stuðulin, segði Geyr Gilsteinsson, eftir dagsins etapu.
Úrslitið av 5. etapu, Streymoy, 60 km:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 - Dagur 5 | Race resultater | Webscorer
Leif Mohr Kring Føroyar 2024, endaliga úrslitið:
Leif Mohr Kring Føroyar 2024 | resultater Series | Webscorer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald