Um nakrar vikur verður eitt slag av føroyskari innrás i týska høvuðsstaðnum. Túsundtals føroyingar og eitt søguligt hondbóltslið fara at royna at seta sín dám á Berlin og EM-endaspælið í hondbólti.
Risastóra føroyska ítróttarhendingin byrjar alment hósdagin 11. januar beint fyri klokkan 17, tá føroyska liðið gongur inn í Mercedes-Benz Arena. Tað verður ein serstøk løta, tá "Tú alfagra land mítt" rungar áðrenn slíkan endaspælsdyst.
Undir liðuni á føroyingunum á vøllinum í stóru høllini vera slovenar. Slovenska liðið hevur so at siga bara spælarar, ið spæla á heilt høgum stigi kring Evropa. Tað verður ein stórur biti at svølgja hjá liðnum hjá Peter Bredsdorff-Larsen.
Slovenia verður tó ikki í allarsterkastu manning. Tveir spælarar hava fingið álvarsamar skaðar: Snildi Domen Makuc hjá FC Barcelona sleit krossbandið í summar, og í síðstu viku sleit sterki Stefan Zabic hjá Celje hælsinuna.
Føroysku landsliðsspælararnir spæla sínar seinastu kappingardystir nú beint fyri jól. Føroyska liðið hevur eina styttri samling millum jól og nýggjár, tann 27. – 28. desember. Hareftir liðið savnast aftur til venjingar tann 1. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið, upplýsir Hondbóltssamband Føroya,
Føroyar spæla eisini tveir venjingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi áðrenn kappingina. Teir verða spældir fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar - báðar dagarnar verður byrjað klokkan 19.30. Atgongumerki til hesar dystirnar kunnu fáast á atgongumerki.fo. Sambært Hondbóltssambandi Føroya gongur atgongumerkjasølan væl.
Týsdagin 9. januar ferðast liðið til Berlin, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Hósdagin 11. jan kl. 17.00 Slovenia – Føroyar
Leygardagain 13. jan kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. jan kl. 17.00 Pólland – Føroyar
Portalurin verður við á túrinum og hevur nógv tilfar úr Berlin. Ymiskt um EM verður eisini at síggja á portal.fo og roysni.fo fram til endaspælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald