Fótbóltur

Trivaligir sigrar til havnarliðini

B36 og HB vunnu í dag ávikavist 8-0 og 7-0 í undanumfarinum í steypakappingini hjá kvinnum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-09 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gjørdist til stórsigrar hjá bæði B36 og HB, sum vitjaðu á útivølli í dag í undanumfarinum í steypakappingini.

B36 var á vitjan í Fuglafirði vann 8-0 móti ÍF, sum spælir í næstbestu kvinnudeildini. HB hevði tikið túrin um Suðuroyarfjørð, og var á vitjan hjá felagsliðnum í Suðuroynni, TB/FCS/Royn, sum er í næstbestu deildini. Sigurin hjá HB gjørdist eisini trivaligur, 7-0 til tær reyðu og svørtu.

Havnarliðini eru sostatt víðari í steypakappingini. Í fjórðingsfinaluni spælir B36 móti EBS/Skála og HB er á vitjan hjá greipuvinnarunum frá í fjør, KÍ.

ÍF- B36 0-8 (0-3)
28’ Jacoba Langgaad 0-1 brotsspark
29’ Barbara Høgnesen 0-2
38’ Emma Hansdóttir 0-3
49’ Barbara Høgnesen 0-4
58’ Victoria í Funningsstovu 0-5
67’ Barbara Høgnesen 0-6
75’ Jacoba Langgaard 0-7 brotsspark
87’ Bára Magnussen 0-8

TB/FCS/Royn-HB 0-7 (0-1)
10’ Sunniva Willemoes 0-1
48’ Julia Naomi Mortensen 0-2
50’ Lea Johannesen 0-3
52’ Rúna Jacobsen 0-4
65’ Julia Naomi Mortensen 0-5
72’ Jónvá Hentze 0-6
78’ Elin Maria Isaksen 0-7

Kelda: Dystir.fo

Fjórðingsfinalur (2. juni)
AB/B71-07 Vestur
KÍ-HB
Víkingur-NSÍ
EBS/Skála-B36

Hálvfinalurnar verða 3. oktober og 30. oktober, og finalan verður 6. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder