Hondbóltur

Tróndur fer at taka yvir í Neistanum

Hóast besta mansliðið hjá Neistanum liggur nummar tvey í Okkara-deildini og hevur vunnið fimm dysitr á rað, hevur felagið sagt sáttmálan upp við Mads Rydal Nielsen..

Tróndur Kragesteen spælir helst ikki aftur í ár, orsakað av álvarsama skaðanum sum hann fekk í Hoyvíkshøllini í 1. umfari. Um søgurnar eru rættar, fær hann venjaradebut har sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-12-20 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í summar varð Mads Rydal Nielsen kunngjørdur sum avloysari hjá Jeppe Borch. Eftir eina trilvandi byrjan hevur Neistin nú 16 stig fyri 12 dystir og er fýra stig aftanfyri H71. Liðini hittast til oddadyst í morgin, men sum skilst verður tað við nýggjum Neista-venjara.

Seint í gjárkvøldið skrivaðu bæði jn.fo og in.fo, at Neistin hevur endað samstarvið við danska venjaran. Sambært jn.fo verður tað skaddi spælskiparin, Tróndur Kragesteen, ið fer at taka yvir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder