Á tíðindafundi í FSF-húsinum fyrrapartin mánadagin kunngjørdi Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, nøvnini á teimum 23 spælarunum, ið venjarin hevur boðsent til UEFA Nations League dystirnar á heimavølli móti Aserbadjan og Kosovo.
Tróndur Jensen úr HB var millum teir útvaldu hjá A-landsliðsvenjarinum, men nú er kortini greitt, at miðvallarin á meistaraliðnum hjá HB ikki verður partur av landsliðnum til dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo, sum verða á Tórsvølli ávikavist 11. og 14. oktober.
Tróndur Jensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Tróndur er skaddur, og tað verður ikki mett, at hann verður nóg birgur til landsdyst í komandi viku. Í staðin hevur Lars Olsen sent boð eftir Eli Falkvard Nielsen úr B36.
Atgongumerki til UEFA Nations League dystirnar móti Aserbadjan og Kosovo fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Hósdagin 11. oktober klokkan 19:45 spæla Føroyar og Aserbadjan, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 14. oktober klokkan 17 spæla Føroyar og Kosovo á Tórsvølli.
Les eisini: So at siga eingin broyting í føroyska hópinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald