
Hann stóð fyri einum framúr avriki í føroysku verjuni í pørtum av dystinum í Niðurlondum í síðsta mánaða, har Tróndur Mikkelsen eisini skeyt eitt mál tað lítlu løtuna, bakkurin spældi í álopinum í eitt-máls sigrinum.
Leikluturin á landsliðnum er heldur øðrvísi nú hjá 24-ára gamla havnarmanninum, enn tað tá hann skuldi skjóta/skapa nógv mál av vinstra bakki fyrstu tíðina undir Peter Bredsdorff-Larsen.
Tróndur hevur seinastu árini verið nakað darvaður av skaðum í serliga økslini. Hetta hevur ávirkað hann á ymsan hátt í serliga álopsspælinum.
Sunnudagin gekst ikki heilt væl at skjóta: Tróndur skoraði uppá eitt av sínum fýra skotum í Bergen.
Tað eydnaðist tó heilt væl í sjálvum spælinum í trupla útidystinum. Tróndur Mikkelsen legði upp til heili ellivu mál í 28-26 sigrinum hjá Kristiansand á liðnum, sum liggur á 4. plássi. Hetta er greitt hægsta talið hjá føroyinginum á hesum økinum í ár.
Hetta var eisini flest upplegg í dystinum, og sigurin lyfti Kristiansand upp á 9. pláss í bestu norsku deildini. Tað snýr seg nú ikki um at enda nummar tólv. Hetta plássið hevur play-off pláss fyri at sleppa undan niðurflyting við sær.
Tað er tó ógvuliga tætt. Kristiansand hevur alt í sínum egnu hondum, men endar tað við tapi móti Arendal, so kunnu trý lið yvirhála. Harvið skal nógv ganga galið, men føroyingurin og liðfelagarnir skulu "bara" gera sítt sunnudagin.
Um Kristiansand ikki dettur niður á 12. plássið, so verður uppgerðin móti Arendal tann allarseinasta í kappingarárinum hjá Tróndi og teimum.
Sum skilst verður hetta helst seinasti dystur hjá Tróndi Mikkelsen fyri Kristiansand. Hann hevur spælt har í tvey kappingarár nú. Áðrenn tað var bakkurin við góðu verjueginleikunum í tvey ár í Stavanger (Ryger).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald