Fótbóltur

Trý hálvfinalulið skulu finnast seinnapartin

Á pappírinum er størst spenningur um dystin í Gundadali, har NSÍ vitjar B36 (kl.15). Tað kann eisini gerast rættiliga áhugavert í Streymnesi og við Stórá.

NSÍ verður á vitjan hjá B36 - í apríl vunnu teir í gulum 1-0, tá liðini hittust í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ verður á vitjan hjá B36 - í apríl vunnu teir í gulum 1-0, tá liðini hittust í Betrideildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-09 09:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár var fyrsta fjórðingsfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Hon var í Sarpugerði, har tað óvæntað varð neyðugt við longdari leiktíð millum Víking. Heimaliðið og stórfavoritturin vann tó til endans 3-0.

Les eisini: Víkingur vann set víðari eftir longda leiktíð

Tríggjar fjórðingsfinalur eru á skránni seinnapartin. Harvið verður skjótt greitt, hvørji øll tey fýra hálvfinaluliðini í kappingini um Løgmanssteypið vera.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið

Í dag, hósdagin 9 mai
14.00: TB - B68
15.00: B36 - NSÍ
16.00: EB/Streymur - HB

Í gjár, mikudagin 8 mai
Víkingur - AB 3-0 eftir longda leiktíð (0-0)
100' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi)
108' Rani Hansen (Arnbjørn Svensson)
114' Rani Hansen (Árni Nóa Atlason)

Les eisini: Víkingur vann set víðari eftir longda leiktíð

B68 vann í Trongisvági í 1. umfari í kappingini í fjør. Nú er ein deild ímillum liðini, men liðið hjá Jákupi á Borg hevur ongan sigur í Betrideildini í 2024. TB hevur eisini heimavøllin og einki at missa. Tí kann talan gerast um ein tættan dyst, hóast B68 eigur at vinna dystin.

HB er eisini rímiliga greiður favorittur í Streymnesi, men eisini her kann talan gerast um lumpisliga og torføra uppgávu hjá útiliðnum. HB spælir so at siga bert tættar dystir, og EB/Streymur hevur gjørt bart ímóti Víkingi, KÍ og júst HB í seinastuni - tó uttan at hava fingið stig. Í síðsta umfari í steypakappingini fingu bæði liðini stór úrslit: HB sendi KÍ út í Klaksvík, og EB/Streymur vann 5-0 á 07 Vestur.

B36-NSÍ er størsta uppgerðin. NSÍ vann fyri kortum 1-0, tá liðini hittust við Løkin í Betrideildini. Hetta skumpaði veruliga undir ringu gongdina hjá B36, sum hevur brúk fyri einari uppliving við viðgongd. Spælið var gott til tíðir móti HB sunnudagin - men man tapti. NSÍ spældi ikki væl á Toftum - men vann. Tað sigur eitt sindur um liðini nú, men slíkt kann vendast í fótbólti. Spennandi verður so, tá finaluliðini frá 2021 hittast í Gundadali.

Sí eisini: 
(Video) Dan: Avrikið ber boð um at vit kunnu venda hesum
Jens Wedeborg: - Vit skulu byggja nakað sterkt upp við Løkin

Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara. Televarpið vísir eisini allar dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder