Hondbóltur

Trý mál á muni í Merzig

Ov nógv føroysk mistøk - serliga í álopspartinum - kostaði í fyrstu royndini í Sparekassen Cup, har Hvítarussland var omaná.

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist føroyskur toppskjútti, men hann og liðfelagirnir noyddust at lúta (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu gjørdist føroyskur toppskjútti, men hann og liðfelagirnir noyddust at lúta (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-27 18:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í European Open í summar vunnu Føroyar við heili 11 málum á Hvítarussland í hálvfinalubólkinum. Í mun til tað vóru onkrar broytingar á liðunum til fyrsta dystin í hesari kappingini, og í kvøld var tað Hvítarussland, ið var á omaná á Saarlandi í Týsklandi. 

Hvítarussland byrjaði við sera ágangandi og álopskendari verju. Føroyar svaraðu aftur við at spæla sjey ímóti seks restina av 1. hálvleiki. Tað gekk tó striltið at fáa mál fyrsta korterið; nógvar tekniskar villir, manglandi ferð, brendir møguleikar og ein vælleikandi málverji hjá Hvítarusslandi. Tá føroyska verjan og málverjin í hinum endanum ikki forðaðu fyri nøkrum fyrsta korterið, gjørdist munurin rímiliga stórur.

Føroyar fingu tó etið seg væl inn í dystin aftur. Spælið koyrdi betri, og Brandur Silvurstein fekk fatur á nøkrum skotum hjá hvítarussum. Munurin gjørdist tó aftur størri áðrenn hálvleik. Føroyar høvdu møguleikan at koma heilt tætt, tá stórur tíggju minuttir vóru eftir at leika av dystinum. Eftir fleiri góð álop har Elias á Skipagøtu gekk á odda, og Hvítarusslan gjørdi fleiri mistøk varð munurin tvey mál, og Hvítarussland hevði tvær útvísingar. Men okkara gjørdu sær ikki dælt av yvirtalinum, og seinastu stóru tíggju minuttirnar skoraðu Føroyar bert trý mál. 

Sigurin til Hvítarussland var fult uppiborin, hóast føroyingarnir stríddu seg væl inn í dystin aftur tvær ferðir. Ov nógv grundleggjandi mistøk og ein ov lítið ágangandi og avvísandi verja vóru høvuðsatvoldirnar. Stóru og sterku hvítarussararnir gjørdu tað trupult fyri teir í bláum, ið longu hava møguleika at reisa seg um smáar 20 tímar.
 

Sparekassen Cup
27. desember, Merzig
Føroyar - Hvítarussland 19-22 (11-16) 

Føroysku málskjúttarnir (trý mál eru ikki við her, tí trupulleikar vóru við stroymingini í 1. hálvleiki)

Elias Ellefsen á Skipagøtu 6 (1)
Baldur Gillason 4
Pauli Mittún 2
Viktor Gaini 1
Hákun West av Teigum 1
Kristoffur Bjørgvin 1
Sveinur Olafsson 1

Dystargongdin: 
5.min: 2-3
10.min 3-8
15 min: 5-11
20 min 9-12
30 min: 12-17
35 min: 13-18
40.min: 16-19
45 min: 17-22 
Spælt varð 2x25 minuttir

Skráin í morgin: 
Leygardagin 28. des kl. 13.00 Føroyar – Holland
Leygardagin 28. des kl. 18.20 Føroyar – HV Saar (Saarland - landslutir í Týsklandi har kappingin verður leikt)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder