Annað

Trý systrapør umboða Føroyar í Íslandi

Badminton: Føroysku spælararnir í danska liðnum KBK skulu spæla um uppflyting.

Sanna og Mia Thorkildshøj - eitt av trimum systrapørum á føroyska badmintonlandsliðnum (Savnsmynd)

Sanna og Mia Thorkildshøj - eitt av trimum systrapørum á føroyska badmintonlandsliðnum (Savnsmynd)

2026-01-16 15:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farna vikuskifti varð seinasta umfar í liðkappingunum í donsku deildunum í badminton spæld.

Liðkappingarnar hava gingið sera væl hjá føroysku badmintonleikarunum. Rúni Øster og Miriam í Grótinum vunnu undanumfarið saman við sínum liðfeløgum í KBK, Københavns Badminton Klub, og skulu nú spæla um uppflyting til 2. deild.

Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini gjørdust nummar tvey í undanumfarimum, og skulu sostatt eisini spæla um uppflyting í 3. deild.

Trý systrapør á landsliðnum

Í komandi viku fer badmintonlandsliðið til altjóða kapping í Íslandi.

Landsliðsvenjarin Fai Yin Wong hevur úttikið hesar leikarar: 

Rúni Øster
Christian Berg Petersen
Asbjørn Heide Olsen
Miriam í Grótinum
Bjarnhild í Buð Justinussen
Lena Maria Joensen
Ranja Joensen
Birna Jacobsen
Oddbjørg í Buð Justinussen
Sanna Thorkildshøj
Mia Thorkildshøj

Tað sermerkta við hesum liði er, at trý pør av systrum eru úttiknar. Sanna og Mia, Bjarnhild og Oddbjørg og Lena Maria og Ranja. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder