
FSF: Tá klokkan nærkaðist níggju leygarkvøldið kom eitt drúgvt, stuttligt og spennandi steypafinaluvikuskifti at enda. Í alt seks steypafinalur vóru á skránni, og stóri vinnarin var B36, sum vann fýra av fimm finalum, sum árstalsfelagið tók lut í.
Lagt var fyri fríggjakvøldið, tá B36 vann 3-0 á AB í steypafinaluni hjá U21, og síðani vórðu fimm finalur spældar leygardagin.
Les eisini: B36 fór við fyrsta steypinum
Samanlagt vann B36 fýra steypafinalur, meðan Víkingur og Skála vunnu hvør sín steypasigur.
U13 dreingir
Leygardagurin byrjaði við finaluni hjá U13 dreingjum, sum var ímillum Víking og B36. Úrslitið gjørdist 4-1 til B36, sum var á odda 3-1 í hálvleikinum.
Hjalti Rógvason skoraði tvey mál, meðan Filip Andreasen og Jógvan Bárðarson gjørdu hvør sítt. Málið hjá Víkingi skoraði Sámuel Amkelani Skoradal.
Aftaná dystin var Hjalti Rógvason valdur til dagsins spælara.
U13 gentur
Í steypafinaluni hjá U13 gentum var tað eisini B36, ið var omaná. Í finaluni vann árstalsfelagið 2-1 á 07 Vestur.
Liðini løgdu bragdliga fyri við málskjótingini, tí longu í fimta minutti legði Inga Josefina Selfoss 07 Vestur á odda. Lítla løtu seinni javnaði Ró Apolonia Hansdóttir, og tá eitt lítið korter var spælt var ein 07 Vestur spælari óheppin at beina bóltin í egið mál, og so var 2-1 til B36.
Fleiri mál komu ikki, og so fór B36 avstað við triðja steypasigrinum á rað. Aftaná dystin var Ró Apolonia Hansdóttir vald til dagsins spælara.
U15 dreingir
Í finaluni hjá U15 dreingjum vóru tað aftur Víkingur og B36, ið brustu saman, og hesaferð hilnaðist betri hjá teimum ljósabláu. Úrslitið gjørdist 2-1 til Víking.
Dagsins spælari, Emil Ludvig Jacobsen skoraði bæði málini fyri Víking, meðan málskjúttin hjá B36 var Filip Bendix Laursen.
U16 gentur
Í fjórðu steypafinaluni sum varð spæld leygardagin var eingin ivi. Skála, ið eisini er greitt oddalið í landskappingini, vann 4-0 á FC Hoyvík.
Dagsins spælari, Sara Benjaminsen legði tær appelsingulu á odda 1-0 og 2-0, Lilja Dam Jacobsen økti til 3-0, áðrenn Sara Benjaminsen fýra minuttir fyri leiklok staðfesti sigurin.
U17 dreingir
Fyri triðju ferð leygardagin stóðu B36 og Víkingur yvir av hvør øðrum í einari finalu, og fyri fjórðu ferð hetta vikuskiftið stóð B36 eftir við steypasigrinum.
Dysturin var tættur og spennandi, men tá avtornaði vunnu teir hvítu úr Havn 2-1. Bjarti Hansen legði B36 á odda tá hálvur tími var farin, og seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Axel Holm Simonsen økti til 2-0.
Eitt stórt korter fyri leiklok birti Emil Ludvig Jacobsen eina lítla vón fyri teir ljósabláu, og síðstu løtuna løgdu Víkingarnir nógv fyri fyri at javna. Men ungu B36-ararnir stíddust manniliga, og so endaði enn eitt steyp í B36-húsinum,
Aftaná dystin var Heini Sólheim Guttesen úr B36 valdur til dagsins leikara.
Nógvir áskoðarar
Sum heild eydnaðist steypafinaluvikuskiftið sera væl, og samanlagt vóru eini 1.500 til 2.000 áskoðarar á Tórsvølli fríggjakvøldið og leygardagin.
Um tvær vikur, leygardagin 27. septembur verður steypafótbóltur aftur at síggja á Tórsvølli, tá steypafinalurnar hjá kvinnum eru á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald