Trygd hevur verið stuðul hjá H71 seinastu 3 árini, og nú hava partarnir enn einaferð longt góða samstarvið.
Sostatt fer Trygd framhaldandi at prýða blusurnar hjá besta mansliðnum hjá hoyvíkingum, sum fyrr í ár vann føroyameistaraheitið. Liðið hevur fingið nýggjan venjara og er harumframt styrkt við ungum leikarum. Framtíðarvónirnar fyri felagið eru tí góðar.
- Vit eru fegin um at stuðla H71, sum ger eitt megnararbeiði fyri børn, ung og vaksin. Hoyvíkshøllin er karmur um nógvar góðar upplivingar, og hetta er bæði við til at skapa trivnað og góð ítróttarlig úrslit. Við stuðlinum vóna vit at kunna vera við til at styrkja framhaldandi menningina hjá felagnum, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.
H71 varð stovnað í 1971 og hevur síðani vunnið 5 føroyameistaraheiti og er skjótast vaksandi hondbóltsfelagið í Føroyum. At felagið hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at menna hondbóltin millum børn og ung sást eisini aftur, tá ið fleiri H71-leikarar vóru við í føroyska U17-landsliðnum, sum vann European Open-kappingina fyrr í ár.
- Fyri H71 er tað altavgerðandi at fáa góðan stuðul frá vinnulívinum. At Trygd og H71 hava gjørt ein 3 ára sáttmála um samstarv er við til at gera tað møguligt hjá okkum at stremba hægri. Stuðulin hevur serligan týdning, nú H71-menn á fyrsta sinni skulu spæla altjóða dystir tann 11. og 13. oktober, sigur Anna Dam, forkvinna í H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald