Fyrstu fýra dystirnir í millumumfarinum í HM-endaspælinum eru leiktir í kvøld. Tveir dystir í bólki I vóru í Týsklandi, og í Herning vunnu Svøríki og Danmark tryggar sigrar.
Danska liðið framdi eitt professionelt avrik í Jyske Bank Boxen fyri løtu síðani; ikki nakað framúrskarandi, men sigurin ímóti Ungarn var ongantíð í vanda. Sum fyrri hálvleikur leið uppbygdi Danmark eina leiðislu. Rasmus Lauge gekk á odda í álopsspælinum allan dystin; bæði við at seta aðrar upp og at vinna sínar mann-mann tvísdystir fyri síðani at skjóta bóltin í málið. Mikkel Hansen hevði ikki sín allarbesta dyst, men spældi viðleikararnir væl upp og var ísakaldur uppá síni 4 brotskøst.
Ein stór orsøk til góðu donsku gongdina í kvøld var Jannick Green, sum hevði fleiri stórbjargingar. Í mun til ímóti Norra, har Niklas Landin stóð framúrskarandi, so fekk danski liðformaðurin ikki fatur á nøkrum í kvøld. Tað gjørdi Green hinvegin. Eykamálverjin avloysti besta málverjan í HM higartil, og 30-ára gamli Green tók skot eftir skot og endaði á einum bjarginarprosenti yvir 40
Danmark slapp ongantíð so langt burtur frá Ungarn, at talan fór at gerast um stórsigur. Men Ungarn kom heldur ongntíð av álvara tætt uppá; til tað vóru danir ov sterkir. Danmark er framvegis ósigrað og kann spæla seg víðari ímóti Egyptalandi mánakvøldið. Tà fær Jóhan á Plógv Hansen vónandi minuttir. Tað fekk føroyski vongurin ikki í dag; Nikolaj Jacobsen valdi at spæla við so at siga sama liðnum allan dystin.
Í hinum dystinum í bólki II byrjaði svensku favorittarnir illa ímóti Tunesia, men tá Mikkel Appelgren kom í málið broyttist nógv, og Svøríki vann at enda trygt. Eins og Danmark hava sviar vunnu allar dystirnar í endaspælinum.
Í Koln skuldi Spania vinna at Fraklandi fyri av álvara at gera sær vónir um koma víðari. Men franska liðið vísti styrki og skoraði heili 33 ferðir. Í kvøld var eisini sama krav til Ísland ímóti Týsklandi. Men vertirnir vóru ov sterkir. Týska verjan var krútsterk, og Andreas Wolff stóð ein góðan dyst í málinum. Fraklendingar og týskararnir kappast við Kroatia um at koma til hálvfinalurnar.
Bólkur I:
Týskland 5
Frakland 5
Kroatia 4 *
Spania 2
Ísland 0
Brasilia 0 *
*Ein dyst færri
Frakland - Spania 33-30 (17-15)
Týskland - Ísland 24-19 (14-10)
Í morgin: Brasilia - Kroatia
Ísland - Frakland
Bólkur II:
Danmark 6
Svøríki 6
Norra 2 *
Ungarn 1
Egyptaland 1 *
Tunesia 0
*Ein dyst færri
Tunesia - Svøriki 23-35 (14-19)
Danmark - Ungarn 25-22 (15-10)
Í morgin: Ungarn - Tunesia
Norra - Egyptaland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald