Higartil eru favorittarnir farnir víðari úr øllum áttandapartsfinalu-uppgerðunum í Champions League. Stórfeløgini PSG, Bayern München, Manchester City og Real Madrid spældu seg endaliga víðari til 1/4-finalurnar í farnu viku.
Hesa vikuna spæla átta lið sína seinnu hálvfinalu, og í kvøld eru eisini tveir rímiliga greiðir favorittar, sum skulu vinna sínar heimadystir fyri at fara víðari:
Arsenal - Porto (0-1)
Barcelona - Napoli (1-1)
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.
Serliga er tað Arsenal, sum spældi ein ringan dyst í Portugal, ið stendur sum greiður favorittur. Oddaliðið í Premier League tekur ímóti Porto, sum skal royna at gera arbeiðið liðugt undir torførum umstøðum. Arsenal hevur ikki verið í einari Champions League-fjórðingsfinalu síðani 2010.
Barcelona hevur vunnið kappingina tvær ferðir síðani tað. Xavi fer úr felagnum í summar, og nakað av órógv er. Italsku meistararnir vitja Camp Nou í kvøld - Napoli hevur eitt nógv verri kappingarár enn í fjør, men tað kann betrast munandi, um tað eydnast at senda Barcelona út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald