Seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið er á skránni í Gundadali í kvøld. HB tekur móti 07 Vestur klokkan 18, og nógv stendur uppá spæl. Fyrri dysturin, sum var í Sørvági síðst í juni, endaði 1-1.
Í dag eru júst 119 ár síðani, at Havnar Bóltfelag varð sett á stovn. Talan er um tað føroyska felagið, sum hevur nógv flest steyp samanlagt á manssíðuni. Steypakappingina hevur HB vunnið 28 ferðir, og nú skal HB koma nærri fyrsta steypinum síðani 2020.
Tað snýr seg eisini um at royna at tryggja sær evropeiskt pláss. HB er í løtuni á 4. plássið í Betrideildini, og um tað ikki eydnast at vinna seg frammum Víking ella B36 seinastu trý umførini, og um steypakappingin gleppur, so er einki evropeiskt pláss til HB næsta ár.
Sí eisini: Bresta saman um finalupláss í annaðkvøld
Hetta hevði verið stórur smeitur - fyri stoltleikan, fyri tað ítróttarliga og fígggjarliga - í stórfelagnum. Fyri 07 Vestur hevði tað verið enn ein varði.
Felagið er í løtuni í gongd við sítt besta kappingarár í Betrideildini. 07 Vestur hevur ongantíð verið í steypafinaluni áður. Í fjør var felagið eisini í hálvfinalunum, har tað varð gjørt innrás í Klaksvík til seinnu hálvfinaluna. Sum skilst koma eisini nógvir bussar og nøkur hundrað vágafólk til høvuðsstaðin um eina løtu.
Tað kann gerast ógvuliga spennandi í kvøld. Magnus Holm Jacobsen og Uros Stojanov hava verið skaðadarvaðar, og útleigaði Ási Dam er ikki tøkur fyri 07 Vestur, tí hann hevur umboðað HB áður í steypakappingini. Hjá HB manglar skaddi fyrstimálverjin Teitur Matrass Gestsson.
Portalurin verður til staðar í Gundadali í kvøld.
Kappingin um Løgmanssteypið - seinna hálvfinalan
Gundadalur, 04.10
18.00: HB (1) - 07 Vestur (1)
Fótbóltur
Trýstið er á HB á 119-ára degnum
Tað vera fleiri hundrað vágafólk í Gundadali í kvøld til seinnu hálvfinaluna. Tað stendur á jøvnum 1-1, nú steypafinaluplássið er uppá spæl.
Eitt mál hvør í fyrru hálvfinaluni og harvið stórur spenningur undan dystinum í kvøld (Mynd: Jóanis Albert Nielsen, jn.fo)
2023-10-04 15:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald