Tuchel fingið sekkin í Chelsea

Ósigurin móti Dinamo Zagreb í gjárkvøldið var høvið hjá nýggju eigarunum í Chelsea at sleppa sær av við venjaran.

Thomas Tuchel (Mynd: EPA)

Thomas Tuchel (Mynd: EPA)

2022-09-07 17:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enska stórfelagið Chelsea, hevur í dag tikið avgerð um at geva týska venjaranum, Thomas Tuchel, sekkin.

Hetta hendir eftir at enska liðið óvæntað tapti 0-1 í Champions League dystinum á útivølli móti Dinamo Zagreb í gjárkvøldið.

Tuchel, sum fyrr hevur vant stórfeløg sum Borussia Dortmund og Paris St-Germain, kom til Chelsea í januar 2021, og við honum hevur felagið eitt nú vunnið Champions League, og gjørdist nummar trý í Premier League í vár.

Í løtuni liggur London-felagið á sætta plássi í bestu deildini í Onglandi. Seks umfør eru spæld, og Chelsea hevur tapt tveir dystir, móti Leeds og Southampton.

- Tað eru farnir 100 dagar síðan nýggi bólkurin av eigarum tók yvir, og meðan tey arbeiða víðari við at flyta felagið framá, halda eigararnir, at hetta er rætta løtan at gera hesa broytingina, skrivar Chelsea á heimasíðuni.

Fyrr í ár tók eitt samtak við amerikanaranum Todd Boehly á odda yvir felagið eftir fyrrverandi eigaran, russiska oligarkin, Roman Abramovich, sum var noyddur at selja.

BBC skrivar í dag, at Chelsea longur hevur sett seg í samband við venjaran hjá Brighton, Graham Potter, um møguleikan fyri at hann tekur yvir starvið hjá Tuchel. Brighton hevur klárað seg óvæntað væl við Potter á odda, og liggur í løtuni á fjórða plássi í Premier League. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder