Mánakvøldið 11. februar var aðalfundur hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hildin á KÍ loftinum.
Formaðurin greiddi frá farna kappingarárið og roknskapurin fyri 2018 var lagdur fram og góðkendur av fundinum.
Einki mótvalevnið stillaði upp ímóti Tummas Lervig, og er hann tískil afturvaldur sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag, skrivar felagið á heimasíðuni.
Aðrir limir sum vóru aftirvaldir vóru:
Rúni Heinesen, Næstformaður
Hilmar Danielsen, Ábyrgd fyri fíggjarmál
Margit G. Joensen, Skrivari og ábyrgdarfólk fyri ungdómsfótbólt
Jórun Jacobsen sum hevur sitið í nevndini við ábyrgd fyri hølum, bar seg undan afturvali og í hennara stað varð valdur Jákup Eydnugarð.
Aðalfundurin valdi eisini Róa Clementsen í nevnd sum samskiftisfólk, og kemur hann at samskipa arbeiðið við at gera KÍ meira nýmótans, og sjónligt millum fjepparar. Umframt at hann kemur at standa fyri øllum miðla samskiftinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald