2025-10-26 15:19
Tummas Jacobsen og hundurin Moss vunnu í gjár seyðahundakappingina á Viðareiði.
Leygardagin var fyrsta av sjey undankappingum til evropameistarakappingina og heimsmeistarakappingina fyri seyðahundar. Norðoya Seyðahundafelag skipaði fyri.
17 hundar luttóku, og sjey teir fremstu fingu stig.
FM støðan sær nú soleiðis út:
- Nr 1. Tummas Jacobsen við Moss. 7 Stig
- Nr 2. Anna Sofía Fjallheim við Kelly. 6 Stig
- Nr 3. Tummas Jacobsen við Mainstay Meg. 5 stig
- Nr 4. Sigtór Dam við Saga. 4 Stig
- Nr 5. Jónstein Petersen við Gripur. 3 Stig
- Nr 6. Jónstein Petersen við Kvikk. 2 Stig
- Nr 7. Tóki Berg Mikkelsen við Irpu. 1 Stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald