Annað

Tunesia vendi dystinum og vann 2-1 á Panama

Londini spældu um æruna.

Wahbi Khazri (í hvítum) skoraði sigursmálið hjá Tunesia (Mynd: EPA)

Wahbi Khazri (í hvítum) skoraði sigursmálið hjá Tunesia (Mynd: EPA)

2018-06-28 21:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hin dysturin, sum varð spældur í kvøld, var dysturin í Bólki G, har Tunesia og Panama spældu fyri síni fyrstu stig. Bæði liðini taptu báðar sínar dystir móti Onglandi og Belgia, og tí var hetta síðsti kjansur at vinna sær stig í hesi HM kappingini.

Tunesia vóru favorittar til dystin, men tað var Panama, sum legði seg á odda eftir 33 minuttir. Ein leikari hjá Panama royndi seg við skoti, og bólturin fór umvegis Yassine Meriah hjá Tunesia í málið.

Tunesia megnaði tó at venda dystinum. Fyrst javnaði Fakhreddine Ben Youssef, tá hann kom at standa púra leysur frammanfyri málinum eftir flottum tunesiskum samanspæli. Eitt korter seinni skoraði Wahbi Khazri sigursmálið, tá hann eisini kom at standa púra leysur frammanfyri málið, eftir góðum álopsspælið frá Tunesia.

Við hesum megnaði Tunesia at vinna sær trý stig og triðja plássið í bólkinum, meðan Panama einki stig fekk í HM hesaferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder