
Føroyska A-landsliðið hjá monnum kann vera bólkavinnari í Nations League Deild D, bólki 1 áðrenn dysturin í Lettlandi verður bríkslaður í gongd. Andorra er í skrivandi stund á odda á Malta - har er næstan hálvleikur - um Malta ikki vinnur, so hevur liðið ikki longur møguleika at heinta Føroyar.
Tað hevur dagsins mótsstøðulið ikki. Lettland hevur ongan dyst vunnið og hevur á heimavølli spælt málleysan javnleik móti Andorra og tapt 1-0 fyri Malta. Hetta talar fyri, at Føroyar fara at fáa stig í kvøld, og tað eydnaðist eisini hjá Føroyum at vinna í Riga í HM-undankappingardystinum í 2016. Lettland fekk tó javnleik í Føroyum, og føroyska liðið verður í kvøld uttan Hall Hansson og Brand Hendriksson Olsen, ið hava leikbann vegna ov nógv gul kort, og Jóan Símun Edmundsson, sum er bundin at sóttarhaldsreglunumí Týsklandi.
Um venjingardysturin í Litava mikukvøldið vísti nakað, so var tað, at tað er ein greiður munur á landsliðnum við og uttan Hall og Brand. Teir komu inn í 2. hálvleiki og vóru lykilin til, at Føroyar settu seg á dystin. Til dagliga spæla teir í ávíkavist Superliguni og Allsvenskan og hava slíka góðsku, sum hinir miðvallararnir ikki heilt hava samanlagt. Tó hava Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð nógv gott at geva, og teir fara at vera týdningarmiklir í kvøld, eins og aðrir av føstu leikarunum vera aftur á liðnum.
Ein nýggj samanseting skal finnast, og áhugavert verður at síggja, hvussu landsliðið fer at síggja út. Veddingarfyritøkur hava Lettland sum lítlan favoritt, og føroyskur sigur gevur peningin nakað meira enn tríggjar ferðir aftur.
Frysta bríksl í lettiska høvuðsstaðnum verður klokkan 17.00. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum. Vit hava beinleiðis dagføring. Vinna Føroyar er 1. plássið tryggjað óansæð úrslitið á Malta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald