Hondbóltur

Turið og Brian tey bestu í desember

Turið Arge Samuelsen skoraði heili 45 mál í trimum dystum eftir EM-endaspæli og varð besti spælari í SMS-deildini triðja mánaðin á rað. Brian Slyne gjørdi bart fyri H71.

Turið Arge Samuelsen og Kyndil fara eftir meira gulli - nummar 33 kann helst eisini taka málmet sítt hetta kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen og Kyndil fara eftir meira gulli - nummar 33 kann helst eisini taka málmet sítt hetta kappingarárið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-07 18:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska hondbóltsárið fór í gongd sunnudagin, og tað gerst meira og meira spennandi í grundspølunum - serliga hjá monnum har fimm stig eru á muni millum oddaliðið StÍF og Neistan á 6. plássi.

Støðan og dystarskrá í Burn-deildini

Besti spælari í Burn-deildini í einasta mánaða í 2024 var Brian Slyne. Kraftmikli bakkurin hjá H71 skoraði 21 mál í trimum dystum - níggju í tveimum dystum. H71 vann greitt á Team Klaksvík og Kyndli, har 21-ára gamli Brian serliga gekk á odda í seinna dystinum, men tapti beint fyri jól á Skála.

[object Object]Brian Slyne var eisini týðandi partur av FM-heitinum í 2023/2024. Hann endaði 2024 væl (Mynd: Hondbóltssamband Føroya) 

Hjá kvinnum var ein yvir øllum hinum. Turið Arge Samuelsen boðaði eftir EM frá, at hon nú takkar fyri seg á landsliðnum, men hon fer ikki niður í ferð í føroysku kappingini.

Afturkomin eftir endaspælið skoraði hon heili 45 mál í teimum trimum dystinum hjá oddaliðnum Kyndli í desember: 20 mál í stórsigrinum á Stjørnini, 12 í meira tætta dystinum móti H71 og síðani 13 mál í risasigrinum móti EB.

Kyndil sær út til at stevna móti enn meira gulli í 2024/2025, og har er nú 30-ára gamla Turið Arge Samuelsen størsti lykilin - hon skoraði 14 ferðir í Vági um vikuskifti.

[object Object]Turið fyri triðju ferð á rað í SMS-deildini, og fer hon eftir meira gulli og helst eisini málmeti sínum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Støðan og dystarskráin í SMS-deildini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder